Bátasølan hevur fingið hendan snotiliga Princess 398 bátin til sølu.

Talan er um ein rúmligan og vælútgjørdan bát, árgang 1992. Ein sera sjógóður stuttleikabátur, ið er útgjørdur við tveimum sovikømrum og tveimum vesi. Harumframt hevur báturin eisini ein køk við bæði gassplátum og mikroovni – Perfekt til eitt vikuskifti við hugna og góðum mati.   Elektroniska útgerðin fevnir millum annað um:

  • Garmin GPSMAP 4212
  • Garmin VHF
  • Garmin AIS
  • Garmin radar
  • Garmin dýptarmátari
  • 230V el-innlegging

Prísurin er einans kr. 550.000,- Ring til Bátasøluna á 792001 ella skriva til okkum á info@batasolan.fo og bíleggi eina framsýning og royndar túr.