Nimbus 310 Coupé til sølu – væl hildin og sjógóður familjubátur

Til sølu er ein Nimbus 310 Coupé, árg. 1999 – ein sera væl hildin og driftsvissur frítíðarbátur ið hevur aksel, Nimbus er kendur fyri sína sjógóðsku, komfort og skandinaviska byggigóðsku. Hetta er ein bátur, sum hóskar serliga væl til familjur, festivalar, fuglaveiðu og longri túrar kring oyggjarnar.Báturin er væl røktur og er dagførdur regluliga seinastu árini, bæði í innbúgvi, elskipan og tekniskum útbúnaði. Hann hevur Yanmar 230 hk turbo‑motor, bóvskrúvu, trimflaps og eina rúgvu av nýggjari útgerð, sum ger hann bæði tryggan og lættan at manøvrera.Innanhýsis er báturin hugnaligur og praktiskt innrættaður við tveimum sovikabinum við tilsamans 5 soviplássum, nýpostraðari sofagruppu, nýggjum skiparastóli, nýggjum køliskápi og elektriskum WC.Alt er væl hildið.Navigatión og trygd eru eisini á høgum støði við Garmin radara, AIS‑móttakara, VHF, Viking bjargingarbáti (2024) og 8 bjargingarvestum. Allar skrokkgjøgnumføringar eru skiftar, og elskipanin er dagførd við Victron‑útgerð.Hetta er ein tryggur, stabilur og væl útgjørdur Nimbus, sum er klárur til nýggjan eigara og nýggjar upplivingar.
Samband: Ring til Bátasøluna á 792001 ella skriva til okkum á info@batasolan.fo fyri at fáa meira kunning ella bíleggja eina framvísing!