Seinasta boð: Kr. 900.000
Galdandi til 07-10-2026, kl 11:00
Serstakur møguleiki – Stigfjord 33 fót við Volvo Penta 500 HK!
Hetta er ein serstakur møguleiki fyri teg, sum ynskir at byrja ella víðka um virksemi innan vinnuligan fiskiskap í bólki 5. Talan er um ein dygdargóðan Stigfjord 33, bygdur í 1990, við nærum nýggjum Volvo Penta 500 HK motori, allari neyðugari nautiskari útgerð og 5 snellum.Nýtt og dagført
- Nærum nýggjur Volvo Penta 500 HK motorur
- Nýggjur motoraksil og nýggja skrúvu
Fiskiloyvi
- Bólkur 5: Fiskiloyvi fylgir við bátinum
Útgerð til línu- og botnfiskaveiðu
- 5 Oilwind snellur
- 8 kør
- Nakað av aðrari fiskiútgerð er eisini tøk
Nautisk útgerð
- Allar vanliga nautiskar skipanir og útgerð til vinnuligan rakstur
Viðlíkahald og støða
Báturin er leypandi viðlíkahildin, og hevur verið undir eftirliti hjá Sjóvinnustýrinum.Núverandi støða er, at eigarin hevur:- nýliga fingið skift motor, aksil og skrúvu
- at summi viðurskiftir umborð, eiga at verða eftirhugd og kannað.
- at endaligt sýn, eigur at haldast fyri at báturin aftur, kann verða 100% klárur til vinnuligan fiskiskap í bólki 5A












































