Serstakur møguleiki – Stigfjord 33 fót við Volvo Penta 500 HK!
Hetta er ein serstakur møguleiki fyri teg, sum ynskir at byrja ella víðka um virksemi innan vinnuligan fiskiskap í bólki 5. Talan er um ein dygdargóðan Stigfjord 33, bygdur í 1990, við nærum nýggjum Volvo Penta 500 HK motori, allari neyðugari nautiskari útgerð og 5 snellum.
Nýtt og dagført
- Nærum nýggjur Volvo Penta 500 HK motorur
- Nýggjur motoraksil og nýggja skrúvu
Fiskiloyvi
- Bólkur 5: Fiskiloyvi fylgir við bátinum
Útgerð til línu- og botnfiskaveiðu
- 5 Oilwind snellur
- 8 kør
- Nakað av aðrari fiskiútgerð er eisini tøk
Nautisk útgerð
- Allar vanliga nautiskar skipanir og útgerð til vinnuligan rakstur
Viðlíkahald og støða
Báturin er leypandi viðlíkahildin, og hevur verið undir eftirliti hjá Sjóvinnustýrinum.Núverandi støða er, at eigarin hevur:
- nýliga fingið skift motor, aksil og skrúvu
Nøkur útistandandi punktir skulu tó eftirhyggjast, av nýggja eigaranum, áðrenn endaligt sýn kann avgreiðast.Tí skal nýggi eigarin taka fyrilit fyri:
- at summi viðurskiftir umborð, eiga at verða eftirhugd og kannað.
- at endaligt sýn, eigur at haldast fyri at báturin aftur, kann verða 100% klárur til vinnuligan fiskiskap í bólki 5A
Stigfjord 33 – ein arbeiðshestur til føroyskar umstøður
Hetta er ein sterkur, rúmligur og arbeiðsligur bátur, sera væl egnaður til føroyskar umstøður. Við 500 HK er hann bæði skjóttsiglandi og sjóðgóður, og samansetingin við Oilwind‑útgerð hevur víst seg at vera eitt optimal val til snellufiskiskap.
Samband
Ring til Bátasøluna á 792001 ella skriva til okkum á info@batasolan.fo fyri at fáa meira kunning ella bíleggja eina framvísing.